Søgan um SALT

Søgan aftanfyri SALT
Áðrenn Salt siloin bleiv bygd, var ein lítil kaj á suðursíðuni av fjørðinum. Í 1930’unum bleiv hendan kaiin brúkt í samband við kol. Hon hevði eitt transportband, ið flutti kol frá hamrinum omanfyri, og oman á kaiina. Í 1938 bygdi ein fronsk-føroysk fyritøka eina risastóra saltsilo á Drelnesi, og hon kundi rúma 10.000 tons av Ibiza saltið.

Á tí ovaru myndini siloin so full í salti, at tað kemur næstan líka upp undir lofti. Umkring 10.000 tons av salti.

Tað var mangan strævið at lempa salt, so hettar má hava verið ein lætti.

Her liggur ein saltdampari undir siloini. Fyrstu ferð siloin stóð sína roynd var 8. februar 1939, tá ið sluppin Godthaab, ið a/s N. J. Mortensen átti, sum fyrsta fiskiskip keypti salt frá siloini. Tað arbeiði, sum fyrr tók tveir dagar, tók nú bert ein góðan tíma. Eitt risa framstig fyri eina føroyska ídnaðarfyritøku.

Nøkur ár seinni, tann 9. Oktobur í 1941, bleiv siloin bumba av týskum flúgvarum.
Hon bleiv tó bygt upp aftur stutt eftir, og í 1963 bleiv bygningurin yvirtikin av P/F Saltsølan á Drelnes, og fram til 1980 var salt siloin eitt stórt arbeiðspláss fyri mannfólk. Tíðarinnar forfall og stormarnir herja á. Tað rykkir í bygninginum og tekjan verður rivin av. Í 2003 var siloin oyðiløgd og tá komu tey fram til, at salt siloin skuldi takast niður.
Tað fall ikki væl, tá arkitekturin Albert Isfeld hoyrdi um hetta. Longu sum barn, var hann ofta í Suðri og har bleiv hann sera bergtikin av bygninginum við eggklingruta skapinum. Albert Isfeld skrivar eina grein um, hvussu hann kann mæla til fyri at fáa siloina varðveitta. Ætlanin er ikki bara at varðveita, men eisini at umskapa bygningin til nakað, sum á ein ella annan hátt vísir, hvussu flott snið siloin hevur og samstundis brúka hann til list og mentan.

10 ár eftir, tann 9. Desember í 2013, kom tað fyrsta spakaskotið til tað nýggja mentunarhúsið i Føroyum. Tað hevur verið ein long og drúgv tíð, við at fáa hendur á øllum, sum skal til eina slíka verkætlan og ikki minst fíggingin. Takka verið teimum skjótt tonktu og handils sterku fólkunum, bleiv verkætlanin Salt bjargað. Við búskaparliga góðum stuðli frá millum annað landsstýrinum, A.P Møller-tiltakspeningur og tí danska statinum, er Saltsilo verkætlanin nú farin í gongd, við at endurnýggja og at endurbyggja tann varðveitta bygningin.

Tað eyðkenda skapi hjá Siloini er úr ráðum betongi. Inni í salinum er tað møguligt at flyta runt við sitiplássunum, har tað er møguligt at hava 500 sitipláss, alt eftir hvat tiltak skal vera. Frá sitiplássunum er tað møguligt at síggja tað eggklingruta skapi av bygninginum, ið reisir seg upp til 16 metrar upp frá gólvinum og endar rúmið á ein harmoniskan hátt.
Á balkongini í siloini, í tí norðara endanum, er tað møguligt at seta seg og fáa sær ein bita at eta, við útsýni yvir á Trongisvágsfjørðin frá tí einu síðuna, og á hinari síðuni hevur ein yvirlit út yvir salin,
Tað hevur ikki bara verið hugsa um, at varðveita og um nýtslumøguleikar, men eisini um umhvørvið. Bygningurin verður ikki hitaður upp við olju, men við orku frá sjónum, har hitin í sjónum skal umskapast til gólvhita.

Fyrsta konsertin, ið var hildin í saltsiloini, var tann 15/05-2010. Hettar var ein stuðuls konsert til frama fyri projektið SALT. Teir tónleikarir ið framførdu til hesa stuðulskonsert vóru: Tóra Vestergaard (Ave Maria), Cantabile (kór), Havnar Hornorkestur, Uni Arge, Oniontree, Martin Joensen saman við Lív Næs, Hallur Joensen, Crawling blue saman við Sámal Ravnsfjall, Deiggj, Brandur Enni saman við Tróndur Enni, Tinganest, Harkaliðið, Jens Marni Hansen, Eivør saman við Mpiri (kór), Teitur saman við Mpiri, Frændur saman við Terja Rasmussen.
Allir tónleikararnir og starvsfólk vóru ólønt og komu fyri at stuðla hesum tiltakinum.

Mentanarhúsið Salt lat hurðarnar upp fyri almenninginum tann 26.januar 2015 við konsertum og sjónleiki.